Um meg


Eg varð útbúgvin námsfrøðingur í 2003, og starvaðist í 8 ár sum námsfrøðingur á barnagarðsøkinum.

Í 2011 gjørdist eg dagstovnaleiðari, og havi elska at verið leiðari. Tað er mín hyll!


Í 2013 varð eg útbúgvin í leiðslu á diplomstøðið, oghavi eitt hav av leiðsluskeiðum.

Seinastu árini havi eg verið eindarleiðari í Barna og ungdómsdeildini í Tórshavnar kommunu.


Í 2023 varð eg útbúgvin Vegleiðari í sálarligum tryggleika, útbúgvin internationalur persónligur venjari og fitnessinstruktør, og tók samstundis endaliga lopið. Eg segði starvið sum eindarleiðari í Barna- og ungdómsdeildini í Tórshavnar kommunu frá mær, stovnaði fyritøkuna Sp/f Stepstones, og gjørdist persónligur venjarin og fitnessinstruktør burturav.


Kann eg brúka nakað av mínum royndum sum námsfrøðingur, leiðari og vegleiðari í sálarligum tryggleika í mínum dagliga arbeiðið?

Ja, uttan iva kemur alt mær, og mínum kundum, tilgóðar Felagsnevnarin er menniskjað og tað at fáa menniskjur at kenna seg væl og tryggan.


Eg eri sera glað fyri avgerðina at taka eina útbúgving sum persónligur venjari. Eg elski mítt arbeiðið og gleðist eg um at kunna hjálpa øðrum til eitt betri lív. 



Hvat dámar mær?

Jú, ein góður láturkrampi er ikki at forsmáa, og gott selskap við góðum mati og tað í hartil hoyrur.


Ein súkklutúrur, fjallatúrur og líknandi saman við mínum er eitt tað besta eg veit 

Hví venja?


Tá eg spyrji fólk, ið venja hjá mær, hví tey venja, so svara 40 prosent, at tey ynskja at kenna seg glaðari. 38 prosent ynskja at fyribyrgja liviháttarsjúkum. Og 22 prosent svara, at tey vilja kenna seg sterkari.


Uttan mun til motivatión og ynski, so er avgerðin at byrja at venja er fyrsta munagóða stigið - fyrsti av fleiri løgasteinum - á leiðini fram ímóti einari betri lívsgóðsku.

"Morgunvenjingin hjá Anniku, sum bara tekur ein tíma, er allarbesta byrjanin uppá dagin! Orkan varir allan dagin, og alt gongur bara lættari og skjótari."

Jóanna Djurhuus