Broyt vana

Vanabroyting krevur tíð, tolni, áhaldni og ikki minst dirvi


At broyta ein vana er ein av tí mest torførdu uppgávunum vit hava. Ein vani, er ikki bert ein gerð, ið
vit gera uttan at hugsa um tað - nei, tað eru mynstur, ið liggja djýpt í okkum, og eru við til at forma
okkara dagliga lív og trivnað. Fyri at kunna broyta ein vana, krevst ein samantvining av
sjálvsinnlitið, avgerð og skipað tilrættlarlegging.


Fyrst er neyðugt at skilja, hví vit hava júst henda vanan. Vanar koma sum oftast sum ein reaktión á
stimuli ella av eini støðu. Vanar geva okkum kensluna av at kenna okkum væl, og kensluna av tí
trygga. Hetta kann eisini verða við til at halda okkum frá at røkka tí, ið vit ynskja. Til dømis kann
ein, ið ynskir at lætna, hava sera trupult við at lata vera við at eta ósunt um kvøldarnar.


Fyrsta stig á leiðini er at eyðmerkja teir faktorar, ið føra til henda atburðin. Við at skilja hesar
faktorar ella «triggers», kunnu vit byrja at broyta okkara reaktión á teir. Tá vit hava eyðmerkt
okkara vanar og ikki minst orsøkina til teir, ber til at seta sær eitt ávíst mál um broyting av vana.
Tað er sjálvandi umráðandi at málið er realistiskt og at tað er eitt mál, ið man fer at røkka!
At vænta, at tað ber til at broyta ein vana frá einum degi til annan er ikki realistiskt. Smá stig á
leiðini!


Eitt dømi: Legg eitt sindur afturat!
Er málið at eta sunnari, ber til at leggja eitt sindur av grønmeti afturat máltíðini annars, heldur enn
at broyta allan kostin í einum. Tvs a minka um mongdina av kjøtið og eplum/rís/pasta, og legg meir
grønmeti afturat. Tá er størri møguleiki fyri at hepnast 


At deila við øðrum:
Tað er eisini eitt gott hugskot at deila hesa nýggju leiðina við vinum ella familju, tí onkursvegna
bindur ein seg meir til uppgávuna at broyta ein vana, um tú deilur tað við øðrum – afturat tí økist
motivatiónin.


Fagna tína framgongd!
Líkamikið, hvussu stór framgongdin er, fagna tína framgongd, sós tær sjálvum og viðurkenn tað
harða arbeiðið. Hetta er viðvirkandi til at fasthalda motivatiónini og áhugan í at broyta ein vana.
Vanabroyting krevur tíð, tol og áhaldni. Og tað koma væntandi dagar, har ilt er at halda fast. Tað er
púra vanligt – lær av tí og halt áfram. At broyta ein vana krevur eisini dirvi og støðufesti, men við tí
røttu leiðini og ikki minst tí rætta hugburðinum og kanska hjálpini - ber til at broyta ein vana,
soleiðis at man fær eitt enn og betri og sunnari lív.


Bestu eydnu við broytingini
#eittbetrilív #eittstigáleiðini