Persónlig venjing
Her práta vit saman um tínar tørvir, tíni ynski og mál, og leggja venjing og venjingarætlan til rættis eftir tí.
Vit hittast til avtalaðu tíðirnar og venja saman.
Shape Up
Shape Up er til tín, ið ynskir eina heildarvenjing í toymi.
Vit venja bæði puls- og styrkivenjingar.
Venjingin er týsdag og hósdag, og veljast kann um tú ynskir at venja um morgunin ella seinnapart.
Skeiðið koyrur í 6 vikur hvørja ferð.
Heimavenjing og onlinevenjing
Ynskir tú at venja í egnum heimi, komi eg heim til tín, har vit venja saman. Hetta ber eisini til at gera online.
Eins og við persónligu venjingini, leggja vit venjingina til rættis eftir tínum tørvum, tínum ynskjum og málum.
Fyrilestur
Ynskir tú eitt upplegg til skeið, bindiklubba, starvsfólkadag osf, ber til at bíleggja meg til hetta.
Eg tosi um venjing, motivatión, áhaldni, vanar, tann sunna lívsstílin osf
At venja regluliga er ein íløga í egna vælveru.
Reglulig venjing hevur beinleiðis ávirkan á sinn og skinn.
Venjing bæði styrkir og varðveitir tínar vøddar, ið annars vikna við aldrinum.
Brádliga kennast trappurnar ikki eins møtumiklar og tungar, og tað gera brekkurnar og innkeypsposarnir heldur ikki.
»Annika tekur hædd fyri tínum ynskjum. Samanumtikið er alt lættari, tí eg við hjálp frá Anniku havi megnað at flætta ein sunnan lívsstíl við venjing og góðum kosti inn í gerandisdagin. Tað var júst tað, sum eg ynskti! Túsund takk, Annika! ❤«
Turid Teitsdóttir