Eg eiti Annika Wenningsted, og eri persónligur venjari og fitnessinstruktør.
Eg eri ómetaliga glað fyri at tú er komin júst her, nú tú umhugsar at byrja at venja, ella ynskir meira.
Kanska tú hevur tørv á einum lítlum, men sera vinarligum, skumpi fyri at fáa glið á?
Tað kann eg hjálpa tær við :)
Her á síðuni finnur tú eitt sindur um tænasturnar eg bjóði, eitt sindur um meg, og nøkur ummæli frá kundum.
Um tú ynskir at vita meir um eitthvørt, ert tú hjartaliga vælkomin at seta teg í samband við meg :)
Tú verður sterkari.
Blóðtrýsti verður lægri.
Hjarta og lungur gerast sterkari.
Imunverjan verður sterkari.
Tú fær lættari við at hugsavna teg.
Minnið, lagið og svøvnurin gerast betur.
»Um tit mangla at koma í gongd, so er Annika besta boðið. Hvørt fall fyri mítt viðkomandi. Hon gevur tær veruliga ta bestu venjingina, ið tú hevur tørv á. Og so er hon fyrikomandi og glað. Altíð eitt smíl, og kom nú, tú klárar tað.«
Osbjørg Eysturberg